Fleiri met sett í frælsum ítrótti

Lagt varð frá landi við frælsum ítrótti á Føroyaleikunum hósdagin í frálíkum líkindum á Tórsbreyt.

Kappast varð í 200 m og 10.000 m renning, hæddarlopi og sleggju.

200 m
Kappast var í tveimum bólkum hjá monnum, U16 og vaksin.
Hjá U16 setti Óðin Jógvansson Glerfoss úr Bragdinum persónligt met við tíðini 26,81 sek. Arni Bartal Joensen úr Hvirluni varð nummar tvey við tíðini 36,26 sek.

Hjá teimum vaksnu vann Eiri Jógvansson Glerfoss úr Bragdinum somuleiðis við persónligum meti á 23,28 sek. Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni setti ársbestu tíð við 23,45 sek., og Andreas Bjarnastein Antoft úr Bragdinum gjørdist nummar trý við 23,71 sek.

Á 200 m hjá kvinnum vann Margit Weihe Frímundsdóttir, Bragdið við tíðini 27,20 sek., frammanfyri Teresu Fríðriksdóttir Bláhamar, Bragdið, 28,03 sek., og Báru Jógvansdóttir Glerfoss, Bragdið, 28,79 sek.

10.000 m.
Tvær kvinnur og tveir menn kappaðust á siðbundna langteininum.
Hjá kvinnum vann Sarah Vallin, Bragdið, við tíðini 39.15,28 min, sum er persónligt met. Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Hvirlan, gjørdist nummar tvey við 43.11,28 min.

Hjá monnum vann Peter Jensen, Bragdið, við tíðini 37.37,89 bert trý sekund frammanfyri Inga Johannesen, Roysnið, sum rann 37.40,33 min.

Hæddarlop
Andreas Bjarnastein Antoft, Bragdið, vann kappingina í hæddarlopi hjá monnum við 1,70 m. Arni Bjartal Joensen, Bragdið, gjørdist nummar tvey við 1,05 m.

Hjá kvinnunum vann Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, Bragdið, við 1,58 m, sum er ársbesta lop hjá henni. Hennie Maria R. Samuelsen úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við persónligum meti á 1,40 m, og Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, Hvirlan, gjørdist nummar trý við 1,00 m.

Sleggjuvarp
“Stóri gamli maðurin” innan føroysk kast, Heri Ziska úr Hvirluni, vann kappingina í hamarkasti hjá monnum við 30,85 m, frammanfyri Hallur Simonsen, Hvirlan, 29,17 m, sum er persónligt met, og Trónd Arge, Hvirlan, sum eisini setti persónligt met við 27,73 m.

Hjá kvinnunum vann Guðrið Káradóttir Petersen við 41,44 m, frammanfyri Elin Niclasen, 20,76 m, sum er persónligt met, og Ai Waagstein, 16,08 m. Tær umboða allar Hvirluna.

Annar dagur av Føroyaleikum á Tórsbreyt byrjar við setan av leikunum kl. 17.00 í morgin. Síðani verður kappast í 100 m, 110 m forðarenning, 800 m, trýstøkki og kúlustoyti.

Scroll to Top