Finalistarnir eru funnir í tennis

Tað var hugaligari hjá tennisspælarunum at fara á vøllin í Gundadali fríggjadagin. Sólin var frammi ein part av degnum, og umstøðurnar at spæla vóru sum heild góðar, nú hvørki undirlag ella bóltar órógvaðist av regni.

Gjørt verður nú klárt til stóra finaludagin, og eins og væntað verða tað Jón Brekku og Pætur Marjunarson Dahl, ið bresta saman í harrafinaluni.

Eisini – ikki heilt óvæntað – verða tað Ingi Højsted og Hjalti Mohr, ið skulu spæla um 3. plássið.

Í kvinnukappingini hendi tað óvæntaða, at Frida Holm Jacobsen vann á Katrin á Neystabø í hálvfinaluni. Katrin á Neystabø var styrkismett sum nummar eitt í kappingini.
Í hinari hálvfinaluni vann Ása á Neystabø á Heidi Kollsker.

Úrslit í hálvfinalunum hjá kvinnum
Frida Holm Jacobsen – Katrin á Neystabø, 3-6, 6-4, 12-10
Ása á Neystabø – Heidi Kollsker, 6-0, 7-5

Úrslitini hjá monnunum
Jónas Gaard – Niclas Gaard, 3-6 6-1 10-8
Pætur Marjunarson Dahl – Magnus í Króki, 6-0 6-0
Rene Karbech – Jón Brekku, 0-6 0-6
Stefan í Skorini – Magnus í Króki, 1-6 6-3 10-3
Steinar Patursson – Svenn Jacobsen, 3-6 4-6
Pætur Marjunarson Dahl – Hjalti Mohr, 6-2 6-1
Jón Brekku – Ingi Højsted, 6-1, 7-5

Bæði kvinnu- og harrafinalan verður spæld klokkan 18:00.

Scroll to Top
X