Erling í Liða vann gull í seniorkappingini

Erling í Liða vann báðar sínar dystir í seniorkappingini í tennis, og fekk tí gull um hálsin seinnapartin í dag.
Erling var greitt oman á í báðum dystunum. Hann vann 6-3 á Jann Mortensen og 6-1 á Holger Arnbjerg.
Tískil stóð dysturin um silvurið ímillum Holger Arnbjerg og Jann Mortensen. Holger vann 6-3 og tryggjaði sær annað plássið.

Scroll to Top
X