Sporðdrekin vann fyrsta kurvabóltsdystin

Sporðdrekin kom væl frá byrjan, tá U18-kappingin í kurvabólti fór í gongd í kvøld. í dag.
Mótstøðuliðið, Ravnur av Toftum, gav teimum harða mótstøðu, og stóran part av dystinum skiftust liðini um at hava leiðsluna.
Í fjórða fjórðingi var tað tó Sporðdrekin, ið var omaná, og eydnaðist tað teimum at fara undan Ravni á máltalvuni.
Tað kom eitt sindur óvart á tey kurvabóltsáhugaðu, at Sporðdrekin bleiv vinnarin, tí fleiri av spælarunum hava fáar dystarroyndir.
Dysturin hevði høga leikferð og var undirhaldandi at hyggja eftir.

Í morgin er aftur kurvabóltur á skránni í høllini á Argjahamri. Tá spæla U15 og U18 liðini. Byrjað verður klokkan 11:00, og spælt verður líka til klokkan 20:00.
Umframt U15- og U18 kappingarnar, verður eisini skipað fyri kapping millum kvinnuliðini á føroyaleikunum. Kvinnurnar fara á vøllin leygardagin.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Scroll to Top