Síðstu finalurnar í badminton avgjørdar í dag

Føroyaleikirnir endaðu við finalubraki

Í dag blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki. Eftir nakrar spennandi finalur var heiðursmerkjahandan á skránni.

Lagt bleiv út við at handa heiðursmerkir til luttakarar í liðkappingunum fyri U15 og vaksin, sum bleiv avgreidd fríggjadagin. Tað sermerkta við hesi kapping var, at liðini blivu skipaði hósdagin, har leikararnir komu at kenna hvønn annan við ymiskum teambuilding virksemi. Í aldursbólkum spenti hópurin víða frá 12 ára gamla Tóki Yngvason Guttesen til 60 ára gamla Michael Gram.

Í finaluni í blandaðum tvímansleiki gjørdu 12 ára gamli Tóki (úr HBF) og 13 ára gamla Ranja (úr KBF) bart og vunnu gull í yngra aldursbólkinum, har tey tó fingu harða mótstøðu frá Juliu í Heiðunum og Christiani Petersen, sum vunnu fyrsta av trimum settum.

Eisini í kappingini í tvímansleiki U15 vann Tóki gull saman við Markus Bjarnason. Í einmansleiki hjá teim ungu drongjunum vann Christian Petersen úr HBF gull, meðan Sjúrður Elias Heinason Eysturoy vann silvur og Leiki Dal-Christiansen vann bronsu.

Hjá kvinnunum yngri enn 15 vann Ranja Joensen (KBF) gull, meðan Julia í Heiðunum vann silvur, og Birna Jacobsen vann bronsu. Hjá ungu kvinnunum vunnu Eira Ásbjørnsdóttir Petersen (HBF) og Eyð Lamhauge Debess (HBF) gull í tvímansleiki.

Hjá teimum vaksnu var Ari Miné Jacobsen (KBF) suverænur, har hann vann gull í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Árant á Mýruni (MBF).

Hjá kvinnunum vann Miriam Í Grótinum (HBF) gull í einmansleiki og í blandaðum tvímansleiki saman við Rúna Øster (HBF).

Í tvímansleiki hjá vaksnu kvinnunum vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF gull, meðan Sanna og Mia Thorkildshøj (HBF) vunnu silvur, og Ranja Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum vunnu bronsu.

Hákun Thorkildshøj Sigvardsen (HBF) vann silvur í einmansleiki, meðan Rúni Øster (HBF) vann bronsu. Í blandaðum tvímansleiki vunnu Jóhanna Osberg Højsted (KBF) og Jónas Vágsheyg (KBF) silvur, meðan Mia Thorkildshøj (HBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu.

Hjá vaksnu monnunum vunnu Hákun og Rúni Øster úr HBF silvur, meðan Jónas (KBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu.

Scroll to Top