admin

Myndarøð: Føroya sunnasta hálvmarathon

Lagið var gott og smílini stór á teimum 180 luttakarunum, ið runnu og gingu hálvt marathon í Vági. Hvørt ár skipar Hvistan fyri tiltakinum, ið tey nevna Føroya sunnasta hálvmaraton. Í ár var tiltakið partur av Føroyaleikunum.

Dávur Magnussen vann vegasúkklingina

Dávur Magnussen kom fyrstur á mál, tá teir 105 kilometrarnir vóru súkklaðir í dag. Hann fekk tó harða kapping frá Helga Winther Olsen, ið bleiv nummar tvey í kappingini.

Judo: Í dag kappaðust tey vaksnu

Úrslit hjá vaksnum í judo á Føroyaleikunum Í dag, leygardagin, var triðji og seinasti kappingardagurin í judokappingini á Føroyaleikunum. Í dag kappaðust tey vaksnu. Tey ungu smæddust tó ikki. Fleiri av U18 luttakarunum valdu at royna seg móti teimum vaknsu, og tað gjørdu eisini nøkur úr U15 bólkinum. Hesi ungu smæddust ikki, og stóðu seg …

Judo: Í dag kappaðust tey vaksnu Read more »

Fyrstu borðtennisvinnararnir á Føroyaleikunum

Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir Í einmansleiki hjá kvinnum vann Sólja Hilduberg Djurhuus. Nummar tvey bleiv Marin Elisabet Poulsen og Britt Michelsen vann bronsuna. Í einmansleiki hjá monnum bleiv tað Hallur Thorsteinsson, ið bleiv meistari á Føroyaleikunum. Nummar tvey bleiv Pætur Albinus og Peter H. Niclasen vann bronsu. …

Fyrstu borðtennisvinnararnir á Føroyaleikunum Read more »

Scroll to Top