Eingir Føroyaleikir uttan góðar samstarvsfelagar

At skipa fyri einum so stórum tiltaki sum Føroyaleikir, krevur góðar samstarvsfelagar. Føroyaleikir hava tí gjørt samstarvsavtalu við fýra høvuðsstuðlar og 4 kommunur fyri leikirnar í 2021.

Høvuðsstuðlarnir eru Betri, Hiddenfjord, SMS og Sport 24.

Kommunurnar eru: Vágs-, Tórshavnar- Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna.

Umframt hetta verður Wenzel bilastuðul á leikunum.

Á lítlari samkomu í hølunum hjá Betri, har samstarvsavtalurnar blivu formaliseraðar, helt forseti ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen stutta røðu, har hon takkaði fyri dygga stuðulin, sum verkætlanin hevur fingið. Eisini greiddu umboð fyri Føroyaleikir frá verkætlani, fyreikingunum og framtíðarætlanunum fyri leikunum.

Á myndunum síggjast umboð fyri høvuðsstuðlarnar saman við forsetanum í ÍSF.

Scroll to Top
X