Dart: Uni Árting meistari í einmansleiki

Uni Árting er fyrsti vinnari í einmansleiki í darti hjá monnum á Føroyaleikunum.
Menninir løgdu til brots í einmansleiki leygardagin kl 11 við innleiðandi bólkaspæli. Kl 14 vóru so cup-dystir á skránni. Í 1/8-finalunum vóru greiðir sigrar í flest øllum dystum.

Í 1/4-finalunum var sama mynstur, greiðir sigrar til favorittarnar. Tó gjørdist dysturin millum Stefan Petersen og Hans Vang sera spennandi og hóast Stefan førdi 3-1, so megnaði Hans at koma afturíaftur og vinna 4-3.
Hans møtti Una Árting í hálvfinaluni. Men tá hevði Hans brúkt allar kreftirnar í ¼-finaluni og Uni vann ein greiðan sigur 5-1.
Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Hans Eivind Olsen. Báðir spældu væl, men Jan var meiri avgjørdu í teimum tøttu settunu og vann eisini dystin 5-2.

Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Una Árting. Teir báðir hava hitst í mongum finalum, sum oftast við Jan sum vinnara. Teir fylgdust til 3-3. Í sjeynda setti kiksaði Uni reyða bullin til at lukka 170 við 12 pílum. Uni vann tó settið og fann eisini eitt eyka gear, tí við stórspælið (13 og 15 pílum) legði seg á odda 5-3. Jan svaraði tó aftur til 4-5.

Í 10. settinum var týðuligt at báðir fingu nervar. Teir byrjaðu illa og báðir høvdu møguleikan at lukka, áðrenn Uni settið pílin í double-8 og tryggjaði sær gullið. Ein sjaldsama væl spæld og spennandi finala, har báðir leikararnir høvdu yvir 80 í miðal.

Scroll to Top
X