Uncategorized

Skutu fyri fyrstu ferð í Suðuroy

Fyrsti dagurin í bogaskjóting á Føroyaleikunum hevur verið í Vági í dag. Hetta er fyrstu ferð, at kapping hevur verið í bogaskjóting í Suðuroynni. Skotið var Vesturi á Eiðinum. Kappingin eydnaðist fram úr væl, sigur ein av fyrireikarunum Eggaba Andreasen. Hann, og allir hinir bogaskjúttarnir eru sera takksamur fyri alla hjálpina, sum skjúttarnir hava fingið …

Skutu fyri fyrstu ferð í Suðuroy Les meira »

Føroyaleikirnir 2021 settir í Vági

Lagnan lagaði tað so merkisvert, at somu viku, sum startskotið ljóðar fyri hesum fyrstu Føroyaleikunum, náddi ein av okkara fremstu ítróttarkempum mállinjuni í lívsins renning. Fyrstu Føroyaleikirnir vóru settir í Vági hósdagin. Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, har Tvøroyra hornorkestur spældi, og røður vórðu hildnar. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, bjóðaði …

Føroyaleikirnir 2021 settir í Vági Les meira »

Maibrit og Leif vunnu vektlyftingina

Maibritt Reynheim Petersen og Leif á Bøgarði vunnu vektlyftingingina hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum Føroya Styrkisamband og Styrkifelag Føroya skipaðu fyri á Føroyaleikunum hósdagin. Fyri eini fullsettari Perlu við vælhýrdum áskoðarum lyftu sjey vektlyftarar 35 lyft íalt, og fleiri lyftarar lyftu síni higartil bestu lyft. Kappast varð eftir Sinclair-skipanini. Í Sinclair-skipanini kappast lyftarar tvørtur …

Maibrit og Leif vunnu vektlyftingina Les meira »

Eingir Føroyaleikir uttan góðar samstarvsfelagar

At skipa fyri einum so stórum tiltaki sum Føroyaleikir, krevur góðar samstarvsfelagar. Føroyaleikir hava tí gjørt samstarvsavtalu við fýra høvuðsstuðlar og 4 kommunur fyri leikirnar í 2021. Høvuðsstuðlarnir eru Betri, Hiddenfjord, SMS og Sport 24. Kommunurnar eru: Vágs-, Tórshavnar- Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna. Umframt hetta verður Wenzel bilastuðul á leikunum. Á lítlari samkomu í hølunum …

Eingir Føroyaleikir uttan góðar samstarvsfelagar Les meira »

Scroll to Top
X