Føroyaleikirnir 2021 settir í Vági
Lagnan lagaði tað so merkisvert, at somu viku, sum startskotið ljóðar fyri hesum fyrstu Føroyaleikunum, náddi ein av okkara fremstu ítróttarkempum mállinjuni í lívsins renning. Fyrstu Føroyaleikirnir vóru settir í Vági hósdagin. Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, har Tvøroyra hornorkestur spældi, og røður vórðu hildnar. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, bjóðaði …