Orsaka av nógvum regni, mátti kappríðingin við flúgvarabedingina, sum skuldi vera sunnudagin, útsetast. Í gjár var frægari veður, og kappingin bleiv hildin sum ætlað.
Hetta var kapping, sum var liður í Føroyaleikum, og samstundis var hetta eisini partur av FM í kappríðing.
Kappast varð í fimm greinum, tølt og skeið á 100 metrum og trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin á 250 metrum. Seinasta greinin og har við seinasta greinin til Føroyaleikir, var tvíspor vaksin l flokkur.
Tá kappast var seinast við Leynavatn, vann Bragi við Jónu Ólavsdóttir á baki. Jóna skuldi eisini ríða Braga hesa ferð, men av tí at kappingin varð útsett frá sunnudegi til týskvøld, og Jóna skuldi til Íslands mánadagin, var neyðugt at finna nýtt reiðfólk til Braga. Valið fall á Elisabeth Niclasen, ið hevur riðið nógv kapp.Tað valið vísti seg at vera gott. Bragi og Elisabeth vunnu trygt sín riðil og høvdu eisini bestu tíðina hjá teimum vaksnu hendan dagin.
Nummar tvey gjørdist Svanna við Barbaru Carlsen á baki, og nummar trý gjørdist Máttur og Oskar í Haraldsstovu.