Borgarhjørt og Bjarki komu fyrst á mál

Tað er sunt og gott at renna, og tí sigur tað seg eisini sjálvt, at rennikappingin í Vági eitur Føroya sunnasta hálvmaraton.
Nógv høvdu boðað frá luttøku, og hóast teinurin er langur, høvdu rennararnir smílið frammi stóran part av teininum.

Hjá kvinnunum var tað Borgarhjørt Holm, ið kom fyrst á mál. Hon rann teinin við tíðini 1:38:07.
Hjá monnunum kom Bjarki Johannesen fyrstur á mál. Hann rann teinin við tíðini 1:18:32.

Kvinnur:
1. Borgarhjørt Holm, 1:38:07
2. Lydia Jacobsen, 1:42:13
3. Rannva Johannessen, 1:53:53

Menn:
1. Bjarki Johannesen, 1:18:32
2. Jaspur Højgaard, 1:25:42
3. Hans Terji Zachariasen, 1:46:46

Øll úrslitini kunnu síggjast her https://www.webscorer.com/race?raceid=281979

Myndir: Bjarni Johansen




Scroll to Top