Borðtennis

Føroyaleikir – borðtennis
Borðtennis verður við á Føroyaleikum, og kappast verður í tveimum aldursbólkum, nevniliga
U15 og vaksnum. Í U15-deildini er bólkurin opin, og hjá vaksnum er tað býtt upp í kvinnur og
menn. Tað vera sostatt kappast í trimum ymiskum bólkum.


Útisetar eru við

Tað verður væntandi tættar og spennandi kappingar í flest øllum bólkunum, og tað er at
fegnast um, at føroyskir útisetar búsitandi í Danmark eisini koma heim til Føroyaleikirnar og
eru við til at mynda ein sterkan hóp av leikarum.


Ein- og tvímansleikur

Tað verður kappast í bæði ein- og tvímansleiki í øllum aldursbólkunum. Kappast verður fyrst
í tvímansleiki, og síðani í einmansleiki. Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í øllum
deildunum.


Stroyming
Miðað verður eftir at í øllum førum stroyma teir avgerandi dystirnar og finalur beinleiðis á
facebook-síðuni Borðtennissamband Føroya.


Skrá


Fríggjadagur 09. juli
Kl.18:30: U15 dreingir, tvímansleikur
Kl.19:30: U15 dreingir, einmansleikur


Leygardagur 10. Juli

Kl.10:00: Kvinnur, tvímansleikur
Kl.10.00: Menn, tvímansleikur
Kl.13:00: Kvinnur, einmansleikur
Kl.13:00: Menn, einmansleikur

Scroll to Top
X