Borðtennis á Føroyaleikunum fór í gongd í kvøld, tá tveir dystir í liðkappinginum hjá monnum blivu spældir. Borðtenniskappingin er umframt at vera partur av Føroyaleikunum, eisini ein Arctic Open kapping, har Grønland og Ísland luttaka.
Føroysku leikararnir møttust í innanhýsis dysti í kvøld, har Føroyar 1 vann 3-0 á Føroyar 2.
Tey, ið umboða Føroyar 1 eru Fróði F. Jensen, Albert Weihe Wolfsberg og Pætur Albinus.
Fyri Føroyar 2 spældu Ári F. Jensen, Sveinur Mortensen Nolsøe og Knútur Jóanesarson.
Grønlendsku spælararnir møttust eisini í innanhýsis dysti. Grønland 1 vann 3-0 á Grønlandi 2.
Í morgin eru aftur liðkappingar á skránni. Tá spæla kvinnur, menn og juniorar. Byrjað verður klokkan 09:00. Allar kappingarnar verða spældar í Hoyvíkshøllini. Skráin








Myndir: Ólavur Frederiksen