Borðtennis: Grønland var sterkast í dag

Triði og næstseinasti kappingardagurin í borðtennis á Føroyaleikum hevur verið í Hoyvíkshøllini í dag, og har bleiv tað til nógvar spennandi dystir ímillum luttakararnar, sum eru úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. 

Sigast má, at Grønland av álvara hevur gjørt bart í dag við at vinna fýra út av fýra kappingum. Eina gullmerkinum stóðu sigursvandu Nielsen-brøðurnir, Ivik og Aqqalu, fyri – hetta í tvímansleiki hjá monnum.

Onkur føroysk heiðursmerki bleiv tað eisini til. Marin Elisabet Poulsen vann silvur í tvímansleiki hjá gentum saman við íslendsku Kristín Ingibjørg Magnúsdóttir, og Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu bronsu hjá bæði gentum og kvinnum. 

Í morgin, sunnudagin, verða einmansleikirnir hjá kvinnum og monnum spældir umframt blandaður tvímansleikir hja ungum og hálvfinalur í blandaðum tvímansleiki hjá vaksnum. Heiðursmerkjahandan er kl.15:30 í Hoyvíkshøllini og endahátíð kl.19:00 í Vágsbotni.

Tvímansleikur – menn

1. Ivik Nielsen / Aqqalu Nielsen (Grønland)

2. Magnus Gauti Úlfarsson / Dávið Jónsson (Ísland)

3. Albert Weihe Wolfsberg / Fróði Fríðason Jensen (Føroyar)

3. Poul Petersen / Mick Skarup (Grønland)

Tvímansleikur – kvinnur

1. Rose-Maria Petersen/ Juliane Schmidt (Grønland)

2. Uiloq Dahl / Theresa Fontain (Grønland)

3. Niviaq Knudsen / Bianca Rødgaard (Grønland)

3. Britt Michelsen / Anja Wongwai (Føroyar)

Tvímansleikur – dreingir

1. Brian Schultz / Rune Schultz (Grønland)

2. Richard Petersen / Frederik Rødgaard (Grønland)

3. Kuno Jeremiassen / Inuuteq Sethsen (Grønland)

Tvímansleikur – gentur

1. Uiloq Dahl / Theresa Fontain (Grønland)

2. Kristín Ingibjørg Magnúsdóttir / Marin Elisabet Poulsen (Ísland / Føroyar)

3. Britt Michelsen / Anja Wongwai (Føroyar)


Scroll to Top
X