Beinta og Kór vunnu fyrsta gullheiðursmerkið

Fyrsta gullheiðursmerkið í Føroyaleikunum er longu vunnið. Hetta hendi í gjár, tá ríðingin tjóvstartaði leikirnar.
Ríðingin byrjað Føroyaleikirnar mikudagin. Í ríðing verður verður eisini kappast um føroyameistaraheitini.

Kappast bleiv í greinini Skeið 100. metrar á breytini í Marknagili. Hetta er grein, har rossini skulu kappast um at vera skjótast á 100 metrum í gongulagnum skeið. Hvørt ross hevur tvær royndir at fáa so góða tíð sum gjørligt. Trý ross vóru við.
Veruligur spenningur kom í, tá favoritturin Kór við Beintu Debes á baki varð kolldømd í sínari fyrstu roynd. Aftaná fyrsta sprettin var Jóna Ólavsdóttir á odda á hestinum Viðalín Víðir við tíðini 11,20 sek.

Kór og Beinta Debes settu tó alt upp á pláss í næsta umfarinum. Tey vunnu trygt við tíðini 9,07 sekund, og gjørdust sostatt fyrstu gullvinnarar á Føroyaleikum 2022. Samstundis blivu tey føroyameistarar í skeið innan sport.
Ranja Halsdóttir Djurhuus á Orku bleiv nummar tvey, tá hon í seinna sprettinum megnaði at fáa betri tíð (11,04 sek.) enn Jóna Ólavsdóttir og Víðalin Víðir, ið sostatt máttu taka til takkar við einum triðja plássið hesaferð.

Scroll to Top
X