Badminton

Føroyaleikir 2022

“Faroe Games Junior International” er ein vanlig kapping, har tað ber til at luttaka í øllum 5 greinunum innan badminton.
Øll sum eru fødd í 2004 ella seinni, kunnu luttaka í hesari kappingini.

Kappingin er í Høllini á Hálsi fríggjadag, leygardag og sunnudag (1.-3. juli)

Vit vita longu nú, at útlendskir leikarar leikarar luttaka í kappingini, og vit vænta enn fleiri, tí er avmarkað luttakaratal. So hóast tú meldar til í góðari tí, er tað ikki vist tú sleppur at luttaka.
World Badminton Federation avgerð, hvør kann luttaka.

Tilmeldingin: Seinasta freist at melda til er 27. mai 2022.

Tú meldar til hjá tínum badmintonfelagi ella send ein teldupost beinleiðis til  FGJI@bsf.fo

Útlendskir leikarar skulu somuleiðis melda seg til hjá teirra egna badmintonfelag/-sambandi. 

Kostnaður: kostnaðurin er tað, ið tað kostar at melda til Føroyaleikir.
Minst til at tú bæði skalt melda teg til sum ávíst omanfyri og melda teg til Føroyaleikir fyri at kunna luttaka. 

Les meira um kappingina her https://bsf.fo/fgji

Scroll to Top
X