Badminton við teambuilding

Landsliðsvenjarin í badminton vildi samansjóða spælarar úr øllum landinum, tá fyrsta kappingin var á skránni í dag.

Tí legði hann fyrst dent á, at skipað var fyri teambuilding seinnapartin í gjár, har spælarar úr ymsum bygdum og býum vóru blandaðir saman.

Tey, ið stóðu fyri kappingini, dugdu eisini at síggja í dag, at tað sást aftur á úrslitinum. Tey, ið kláraðu seg væl til teambuilding, kláraðu seg eisini væl í kappingini.

Liðið, ið vann hin eldra bólkin, hevði valt at kalla seg Grønu Barettir. Tey, sum mannaðu liðið vóru: Bjarnhildí Buð Justinussen, Sissal Thomsen, Ari Miné Jacobsen, Rúni Øster og Michael Gram. Michael Gram var eisini aldursforseti í kappingini, (føddur í 1961)

Í yngra bólkinum sást eisini greiður samanhangur ímillum, hvussu teambuildingin gekk í gjár og úrslitini í dag.

“Sprotin” vann kappingina. Tey, ið mannaðu liðið vóru: Birna K. Jacobsen, Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, Jaspur Jacobsen, Leiki Dal-Christiansen og Nataniel Ennistein Holm.

Scroll to Top
X