Badminton: Mia og Sanna vunnu silvur

Áskoðararnir í Stórhøllini á Hálsi hava nú í tríggjar dagar kunna sæð ungar badmintonspælarar á altjóða stigi.

Faroe Games Junior International, sum var partur av Føroyaleikunum, er nú liðug.

Í dag var stóri finaludagurin. Føroyar vóru í U19-finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum, har Mia og Sanna Thorkildshøj (Før) møttu Emma Irring Brauner og Rosalina Langhoff (Dan).

Hóast sera sterka mótstøðu, so eydnaðist tað føroysku gentunum at vinna eitt sett í 1-2 tapunum fyri teimum donsku,

Settúrslitini vóru 8-21, 22-20 og 9-21.

Fleiri føroyingar náddu at koma í hálvfinalur, men tað vóru bert Mia og Sanna, ið náddu í finaluna.

Øll úrslitini frá degnum í dag kunnu síggjast her: https://bwf.tournamentsoftware.com/tournament/4a143b0d-0541-4f67-9eaf-97a5692c4c73/matches/20220703

Myndir: Ólavur Frederiksen




Scroll to Top