Badminton: Finalurnar í einmansleiki í dag

Í dag klokkan 12.00 verður kappast um gullið í einmansleiki í badminton á Føroyaleikunum.

Hjá kvinnunum møtast Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF og Miriam í Grótinum úr HBF.

Hjá monnunum spælir Hákun T. Sigvardsen úr HBF ímóti Ari Miné Jacobsen úr KBF.

U15 bólkurin spælir eisini finalur í einmansleiki í dag. Hjá gentunum spæla Ranja Joensen úr KBF og Julianna í Heiðunum úr HBF.

Í dreingjafinaluni spæla Sjúrður Elias Heinason Eysturoy úr HBF og Christian Berg Petersen, sum eisini umboðar HBF.

Innleiðandi umførini vórðu spæld leygardagin. Kappast varð í tveimum aldursbólkum, U15 og Vaksin, í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Sostatt vóru tíggju kappingar í gjár, har vinnarar blivu funnir í helmingin av kappingunum.

Sunnudagin verða semifinalur og finala spældar í blandaðum tvímansleiki fyri ung, meðan allar finalurnar í einmansleiki eisini vera spældar sunnudagin. Í gjár blivu fleiri gullvinnarar tó longu funnir:

– Blandaður tvímansleikur, vaksin: Rúni Øster, HBF og Miriam Í Grótinum, HBF

– Tvímansleikur, vaksnir menn: Árant á Mýruni, MBF, og Ari Miné Jacobsen, KBF

– Tvímansleikur, vaksnar kvinnur: Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, og Lena Maria Joensen, KBF

– Tvímansleikur, U15 dreingir: Markus Bjarnason, HBF, og Tóki Yngason Guttesen, HBF

– Tvímansleikur, U15 gentur: Eyð Lamhauge Debess, HBF, og Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF

Umframt at restin av vinnarunum verða funnir sunnudagin, verður eisini heiðursmerkjahandan til gull, silvur og bronsu í øllum kappingum handa frá klokkan 15:30. Hetta verður í Høllini á Hálsi.

Scroll to Top
X