Anna Maria Toftegaard sett sum samskipari til Føroyaleikir 2022

ÍSF hevur sett Onnu Mariu Toftegaard í starv, sum samskipara á Føroyaleikir 2022.
Anna Maria er 23 ára gomul og ættað úr Fuglafirði. Anna Maria starvast í dag sum leiðari á ungdómsdeildini hjá Betri.

Hetta starvið kemur hon framhaldandi at røkja saman við samskiparastarvinum hjá ÍSF.

Anna Maria hevur altíð verið virkin innan ítrótt og spælir í løtuni fótbólt við 1. deild hjá ÍF og flogbólt hjá 1.deild hjá Fleyr. Anna Maria er tí virkin innan ymiskar ítróttagreinar og hevur eisini stóran áhugað fyri ítrótti í breiðum høpi.

”Í Fuglafirði blóma nógvar ítróttargreinar, og haldi meg hava roynt allar, men serliga er tað fimleikurin, sum hevur fylt mínar dagar”

Seinastu 3 árini hevur Anna Maria verið knýtt at Havnar Fimleikafelag, har hon hevur virkað sum venjari í estetiskum kappingarfimleiki, samstundis sum hon hevur verið við í arbeiðinum um, at samskipa fimleikafagnaðin við Havnar Fimleikafelag.

Anna Maria byrjar í starvinum 1. desembur og vit ynskja henni hjartaliga vælkomna í ÍSF.

Scroll to Top
X