Alex og Tórur vunnu skjótikappingarnar

Seinni og seinasti dagurin í skjóting á Føroyaleikum bleiv avgreiddur í dag.

Frá at hava kappast í øðrvísi kapping fríggjadagin, bleiv ferðin á dúgvunum hækka aftur, og íðkararnir skuldu royna seg í kappingum, sum teir eru vanir at kappast í.

Á skjótibreytini úti á Vík í Leirvík, bleiv trap kappingin avgreidd, og beinanvegin vísti Alex Johannesen úr Eysturskot, at hann ætlaði sær vinna gullið, sum hann misti dagin fyri, eftir eina spennandi umskjóting við Finn Ludvig.

Í dag lá betur fyri hjá Alex, og eftir innleiðandi umførini varð hann á odda, og finaluna vann hann við 40 dúgvum.
Á øðrum plássi í finaluni varð Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum fekk 36 dúgvur. Aftur í dag megnaði Johnhard Klettheyggj at vinna triðja plássið við 29 dúgvum í finaluni.

Skeet kappingin bleiv avgreidd á skjótibreytini við Norðskála. Her vann Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag við 46 dúgvum, sum var júst ein dúgva meira enn hjá Sámali E. Debes úr sama felag.

Hávarður Fjallstein hevur verði burtur frá skjótingini síðan fjør summar, men í dag megnaði hann at fáa 35 dúgvur í finaluni, sum varð nokk til triðja pláss.

Føroyaleikir eru nú lidnir fyri skjótingina. Skjótisamband Føroya ynskir við hesum at takka ÍSF, limafeløgum, íðkararum, hjálparfólki og ikki minst fyriskiparunum av leikunum, fyri einar góðar og vælskipaðar leikir.

Øll úrslitini frá skjótingini síggjast á https://skot.fo

Scroll to Top