Ægir sett nýtt føroyskt met á leikunum

Tað gekk sera væl hjá svimjarunum úr Ægir í 4×100 metrar blandað MIX í dag. Felagið úr Klaksvík tók bæði føroyska metið og juniormetið við tveimum ymsum liðum.

Ægir 1 kom á mál við tíðini 4.29:30. Tey tóku sostatt góð fimm sekund av gamla føroyska metinum, ið var 4.35:11.

Ægir 2 kom á mál við tíðini 4.49:13. Tey skavaðu meira enn seks sekund av juniormetinum, ið frammanundan var 4.55:13.

Føroyaleikirnir halda fram í Pálshøll í morgin, tá fleiri finalur eru á skránni.

Scroll to Top
X