Styrki

Føroyaleikir 2022

Tilmelding
Tað eru tríggjar kappingar sum man kann tilmelda seg til hjá Styrkisamband Føroya.

Kappingarnar eru í greininum:

  1. Olympisk Vektlyfting – (Dagfesting er ikki sett enn)
  2. Styrkilyfting – (Dagfesting er ikki sett enn)
  3. Kúlulyfting – (Dagfesting er ikki sett enn)

    Allar kappingarnar vera hildnar í Spinnaríinum í Klaksvík ímillum 30. Juni og 3. July. Man kann sum
    íðkari væl melda seg til fleiri enn eina kapping.

    Vektlyfting
    Kappast verður kappast eftir sinclair háttinum. T.v.s at man far stig eftir hvussu nógv tað verður
    lyft ímun til hvussu nógv man vigar. Tað verður ikki kappast tvørtur um kyn, og so verður tað
    kappast eftir IWF reglum.

    Tilmelda verður í vektbólkum, sum eru hesir:
    Menn: 55kg, 61kg, 67kg, 73kg, 81kg, 89kg, 96kg, 102kg, 109kg, 109kg+
    Kvinnur: 45kg, 49kg, 55kg, 59kg, 64kg, 71kg, 76kg, 81kg, 87kg, 87kg+

    Verður viga inn yvir tann vektbólkin man hevur tilmelda seg til verður man automatiskt fluttur til
    bólkin omanfyri. “T.d um ein maður hevur tilmelda til 81kg vektbólkin, men á kappingardegnum
    vigar 81,6kg so kemur viðkomandi at lyfta í vektbólkinum 89kg”.

    Omaná vektbólkarnar so verður tað eisini kappast í aldursbólkum, sum eru hesir:

    Ungdómur: Til og við tað árið ein fyllur 17
    Junior: Til og við tað árið ein fyllur 20
    U23: Til og við tað árið ein fyllur 23
    Senior: 15+ ár
    Masters: 35+ ár

    Hóast tað verður kappast í vektbólkum og aldursbólkum, so koma allir aldursbólkar at lyfa saman.
    Mennirnir og kvinnurnar kappast í hvør sínum bólki.

    Styrkilyfting
    Kappast verður eftir Wilks háttinum. Tvs at man far stig eftir hvussu nógv tað verður lyft ímun til
    hvussu nógv man vigar. Tað verður ikki kappast tvørtur um kyn, og so verður tað kappast eftir IPF
    reglum.

    Tilmelda verður í vektbólkum, sum eru hesir:
    Menn: 59kg, 66kg, 74kg, 83kg, 93kg, 105kg, 120kg, 120kg+
    Kvinnur: 47kg, 52kg, 57kg, 63kg, 69kg, 76kg, 84kg, 84kg+

    Verður viga inn yvir tann vektbólkin man hevur tilmelda seg til verður man automatiskt fluttur til
    bólkin omanfyri. “T.d um ein maður hevur tilmelda til 83kg vektbólkin, men á kappingardegnum
    vigar 83,6kg so kemur viðkomandi at lyfta í vektbólkinum 93kg”.

    Omaná vektbólkarnar so verður tað eisini kappast í aldursbólkum, sum eru hesir:

    Sub-Junior: Frá tí árinum ein fyllur 14 ár til og við tað árið ein fyllur 18 ár
    Junior: Frá tí árinum man fyllur 19 ár til og við tað árið ein fyllur 23 ár
    Open: Frá tí árinum ein fyllur 14 ár
    Masters: Frá tí árinum man fyllur 40 ár

Hóast tað verður kappast í vektbólkum og aldursbólkum, so koma allir aldursbólkar at lyfa saman.
Menn og kvinnur kunnu koma at lyfta í sama bólki, hóðast tey ikki koma at kappast ímóti hvørjum.

Kúlulyfting
Kappast verður í opnum bólki, t.v.s,, at man fær stig eftir hvussu nógv verður lyft í mun til kropsvekt. Roknistykkið er soleiðis “reps x kb vekt, deila við kropsvekt, dømi: 100rep x 16kg deila við 58kg. Hægsta talið gevur hægsta plássið.

Tað veður ikki kappast tvørtur um kyn. 
Kappast verður sambært WKSF reglum.

Tilmeldað verður í hesum vektbólkum:
Menn: 63kg, 68kg, 74kg, 80kg, 87kg, 95kg og omanfyri 95kg
Kvinnur:52kg, 58kg, 65kg, 75kg og omanfyri 75kg

Um man vigar meira við innviging, enn við tilmelding, verður man fluttur til tilsvarandi vektbólk. T.d., um ein kvinna vigar 58kg við tilmelding, men á innvigingardegnum vigar 58,6, so verður hon flutt til vektbólkin, ið er omanfyri, t.v.s hon kemur at kappast í 65kg bólkinum.

Afturat vektbólkum, so verður eisini kappast í ymiskum aldursbólkum:
Seniorar Menn: 23 ár og eldri (kb 24kg og 32kg)
Seniorar Kvinnur: 23 ár og eldri (kb 16kg, 20kg og 24kg)

Masters menn: 40-49 ár, 50-59 ár (kb 24kg), 60-69 ár, 70-74 ár (kb16kg), aldri enn 75 ár (kb 12kg)
Maters kvinnur: 35-44 ár, 45-54 ár (kb 16kg), 55-64 ár (kb 12kg), eldri enn 65 ár (kb 8kg)

Juniorar Menn (U22): 19-22 ár(kb 24kg og 32kg)
Juniorar Kvinnur (U22): 19-22 ár (20kg og 24kg)

Menn ung (U15) og (U18): 14-15 ár (kb 16kg), 16-18 ár (kb 24kg)
Kvinnur ung (U15) og (U18): 14-15 ár (kb 12kg), 16-18 ár (kb 16kg)

Aldurbólkarnir verða roknaðir eftir árstali, soleiðis at skilja at tað ikki verður tikið hædd fyri mðr ella dato, men árstali viðkomandi er føddur.
Ung og juniorar kunnu luttaka í hægri aldursbólkum, við læknaligum loyvi.

Scroll to Top