Føroyaleikir 2021

Styrki, fimi, snildni og áræði

Tíðindi

Føroyaleikir verða aftur í 2022

Føroyaleikirnir 2021 eru nú av. 1260 luttakarar hava kappast í 19 ymsum ítróttagreinum í Vági, Klaksvík, Runavík og í Havn. Tað hevur verið ein fragd at eygleitt okkara ítróttafólk hesara fýra dagarnar. Gleðin um aftur at sleppa at kappast var sjónlig og sást aftur á øllum smílunum, ið vóru at síggja til kappingarnar kring landið. Føroyaleikirnir hava eydnast betur, enn vit høvdu ímyndað okkum. Ítróttafólk, hjálparfólk, kommunur og samstarvsfelagar hava staðið saman um tiltakið, og

Les meira »

Við fullari ferð í undanbrekku

Fjallasúkklingin byrjaði føroyaleikirnar í súkkling og triathlon og endaðu teir eisini. Á síðsta degnum kappaðust súkklarar í undanbrekku. Ein kappingargrein í fjallasúkklingini, har súkklarar brynja seg væl, súkklurnar hava stórar fjarðar og grov dekk, og har kappast verður um, hvør er skjótast oman gjøgnum eina breyt, sum bara hevur undanbrekku. Luttakarar skuldu súkkla tvær ferðir og tíðirnar fyri bæði umfør vórðu síðani lagdar saman. Bæði vaksin og ung kappaðust. Hjá vaksnum var tøtt kapping millum

Les meira »

Katrin og Pætur vunnu tennisfinalurnar

Katrin á Neystabø og Pætur M. Dahl kunnu kalla seg meistarar í tennis á Føroyaleikunum. Pætur M. Dahl vann 2-0 á Jón Brekku í finaluni. Settúrslitini vóru 6-2, 6-4. Kvinnufinalan ímillum Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson bleiv munandi meira spennandi. Katrin vann 2-1, men tað var serliga síðsta og avgerandi settið, ið bleiv sera áhugavert, tí her bleiv neyðugt at spæla heilt upp í tíggju. Settúrslitini 6-1, 4-6, 10-8.

Les meira »

Skrá

oktober, 2021

Ítróttagreinar

Samband

Scroll to Top
X