Kvinnulandsliðið vann gull á Føroyaleikum

Annar kappingardagurin á Føroyaleikum hevur verið í Hoyvíkshøllini í dag, og tað hava verið liðkappingar hjá monnum, kvinnum og ungdómi, sum hava verið á skránni.

Høvuðssøgan á degnum hevur verið, at føroyska kvinnulandsliðið vann gull í liðkappingini hjá kvinnum. Liðið, sum er mannað við Anju Wongwai, Britt Michelsen og Marin Elisabet Poulsen, legði bæði Ísland og Grønland aftur um seg.

Spenningurin hjá kvinnum var stórur. Øll liðini vunnu á hvørjum øðrum, og endaðu øll liðini tí við tveimum stigum. Føroysku kvinnurnar høvdu tó besta dystarmunin, og endaðu tær tískil við at vinna gull, sum verður handað á heiðursmerkjahandanini, tá ið alt er av sunnudagin.

Hjá A-landsliðnum hjá monnum gekk meira striltið. Albert Weihe Wolfsberg, Fróði Fríðason Jensen og Pætur Albinus megnaðu ikki at gera nakað við A-landsliðini hjá Íslandi og Grønlandi. Tað gjørdist til ávikavist 0-3- og 1-3-tap. Teir mangla at spæla ein dyst, sum er ímóti Grønlandi II í morginári.

Í ungdómskappingini var munurin rættiliga stórur, og tað var aldursmunurin eisini. Grønlendsku dreingirnir blivu nummar eitt og grønlendsku genturnar nummar tvey, meðan ungu føroyingarnir hava fleiri ár til at gerast líka góð ella betri enn hini, tá ið tey røkka tann aldurin. Tey hava hóast alt fingið nakrar góðar upplivingar, og fleiri eru í vænti, nú kappast verður alt vikuskiftið í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Kvinnur – liðkapping

Støða

  1. Føroyar 2 stig (5-3 í dystum)
  2. Grønland 2 stig (3-3 í dystum)
  3. Ísland 2 stig (3-5 í dystum)

Dystarúrslit

Føroyar – Grønland 3-0

Grønland – Ísland 3-0

Føroyar – Ísland 2-3

Menn – liðkapping

Støða

Eitt umfar manglar – verður endaliga avgreitt í morgin

Dystarúrslit

Føroyar I – Føroyar II 3-0

Grønland I – Grønland II 3-0

Føroyar I – Grønland I 1-3

Ísland – Grønland II 3-0

Føroyar I – Ísland 0-3

Grønland II – Føroyar II 3-0

Ungdómskapping – liðkapping

Støða

  1. Grønland, dreingjalið 6 stig
  2. Grønland, gentulið 4 stig
  3. Føroyar, dreingjalið 2 stig
  4. Føroyar, blandað lið 0 stig

Dystarúrslit

Grønland, dreingjalið – Grønland, gentulið 3-0

Føroyar, dreingjalið – Føroyar, blandað lið 3-0

Grønland, dreingjalið – Føroyar, blandað lið 3-0

Føroyar, dreingjalið – Grønland, gentulið 0-3

Grønland, dreingjalið – Føroyar, dreingjalið 3-0

Føroyar, blandað lið – Grønland, gentulið 0-3

Myndir: Peter Niclasen

Scroll to Top
X