Innleiðandi umførini í ríðing

Hóast mjørkin argaði eina løtu, so nakrir av dómarunum, ið skuldu koma úr Íslandi vóru seinkaðir, gekk kappingin væl.
Meðan man hoyrdi íslandsflogfarið murra oman fyri Kráarheygg, tóku lokalir dómarar yvir til flogfarið var lent, og dómararnir úr Íslandi komu til kappingarbreytina.

Finalurnar byrja í morgin leygardag kl 13:00. Har verður serliga spennandi at fylgja teimum, sum skula umboða Føroyar til NM í Álandi um ein góðan mánað.



Scroll to Top
X