Bogaskjóting: Hesi stóðu seg best á fyrsta degnum

Bogaskjúttarnir kappaðust í trimum ymiskum bogasløgum á Føroyaleikunum í dag, recurve, compound og barboga. 

Skjúttarnir umboðaðu fýra ymisk feløg, Tambar (Tórshavn), Vágaskot (Vágar), Ørvur (Runavík) og Suðurskot (Suðuroy). 

Ídag kappaðust tilsamans 21 skjúttar. Tað bleiv skotið eitt innleiðandi umfar, sum er 72 pílar, ið vera taldir saman. Innleiðandi kappingin er ein kapping í sær sjálvum, tí var heiðursmerkjahandan fyri innleiðandi umfarið. 

Vinnarar í dag:
Compund menn: Jóannes Poulsen, 673 stig
Compound, kvinnur: Helena við Misá, 576 stig
Recurve, menn: Hans Petur Højgaard, 572 stig
Recurve kvinnur, Kelea Quinn, 482 stig




Scroll to Top
X