Tilmeldingin til Føroyaleikir 2022 er byrjað

Tað ber nú til at melda til Føroyaleikir 2022. Øll, ið luttaka til Føroyaleikir ogna sær eina t-shirt og drekkidunk. Freistin at melda til er 30.mai.   Tilmelding fer fram á heimasíðu okkara www.foroyaleikir.fo. Vit síggja fram til einar góðar og gevandi Føroyaleikir í summar.  Høvuðsstuðlar hjá Føroyaleikir eru Betri, Atlantic Airways, Sport24, SMS og Wenzel.